
Um okkum
KFUM Skótarnir í Føroyum er ein samskipan av øllum KFUM-Skótabólkum í føroyum. KFUM Skótarnir í Føroyum vóru stovnaðir 6 august 1939. Stovnarin og fyrsti leiðari var Palli Thomsen í Gøtu. Fram til 1972 vóru vit ein deild av KFUM Skótinum í Danmark. Í dag eru vit ein sjálvstøðug samskipan. Fyrst nógvu árini vóru einans dreingir limir hjá KFUM-Skótinum, men síðan 1980 hava vit hava baði dreingir og gentur verið limir hjá KFUM-Skótunum.
Alt arbeiði hjá KFUM Skótunum byggir á grundlóguna og viðtøkurnar hjá samskipanini, sum eru samtyktar á landsfundi, ið er okkara hægsti mynduleiki.
Mest tíðandi greinirnar í grundlóguni eru tær, sum viðgera endamál og arbeiðsgrundreglurnar hjá samskipanini.