Knútar
Hvat er ein knútur?
Ein knútur er tá tú knýtir bond saman. Hvør knútur hevur ein serstakan eginleika og blívur brúktur ymisk støð.
Hvat brúkar tú ein knút til?
Tú kanst brúka ein knút til til at byggja eina bivuak, leguøkið, tá tú skal fiska, binda lyssur á skónum og mangt annað Niðanfyri eru ymiskir knútar sum ein skóti skal duga og sum er góðir at duga.
Rættur knútur
Rættur knútur, er tann fyrsti knúturin sum flest allir skótar læra at binda. Knúturin er góður at brúka um tú skalt binda tvey bond/reip sum eru líka tjúkk saman. Knúturin er lættur at loysa.
Kellingaknútur
Rættur kellingakrúturin er tann knúturin tú fært tá tú bindur “rættan knút” skeift. kellingaknútur er ikki ein góður knútur og av tí sama kanst tú ikki brúka hann.
Stavnabregd
Stavnabregd verður nýttur í endanum av hvørjari pionering. Tað kan eisini nýtast um tú skal binda okkurt til ein pela ella ein ring, sum skal tola togan frá øllum síðum t.d tá tú skal binda ein bát í stutta tíð. Stavnabregd kann loysna um tann leysi endin verður ov stuttur.
Timburbregd
Timburbregd verður nýttur í byrjani av hvørjari pionering. Timburbregd heldur gott so leingi tað er spenningur í. Hann er eisini lættur at loysa og lættur at flyta.
Vanligt bregd
Vanligt bregd verður bundið við at gera eina lykkju um ein pela ella eitthvørt, og draga endarnar inn ígjøgnum lykkjuna. Tað heldur væl tá endarnir vera strammaðir, og loysnar lætt um teir ikki verða strammaðir. Vanligt bregd kan brúkast til mangt og hvat, t.d at hanga klæðir upp á snórin við um man ikki hevur klemmur.
Pælestikk
Pælestikk er ein super góður og sikkur knútur. Tú kanst brúka hann til tá tú skalt binda eitt fast eyga á eitt reip. Líkamikið hvussu nógv tú strammar hann so er hann altíð nemmur at loysa. Pælrestikk líkist nógv flagknútinum.
Flagg knúturin
Flagg knútin brúkar tú tá tú skalt binda tvey bond saman sum ikki eru líka tjúkk.
Áttatalsknúturin
Áttatalsknútin brúkar tú til at gera ein steðgiknút á einum bandi.