Grundlógin
§1 Navn
1. Samskipanin ber navnið: KFUM-skótarnir í Føroyum
§2 Viðurskifti við KFUM, aðrar skótasamskipanir í Føroyum og altjóða skótarørsluna
1. Samskipanin er ein sjálvstøðug eind í samstarvi við KFUM-feløgini í Føroyum.
2. Miðað verður ímóti góðum samstarvið við aðrar skótasamskipanir í Føroyum.
3. Altjóða umboðan fer fram gjøgnum Føroya Skótaráð.
§3 Endamálið
1. Samskipanin er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.
§4 Arbeiðsgrundreglur
1. Endamálið hjá samskipanini eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.
§5 Úlvalyftið, úlvalógin og loysanarorðið
1. Úlvalyftið: Eg lovi at gera mítt besta fyri at lýða Guð, at halda úlvalógina og hvønn dag gera nakað fyri at gleða onnur.
2. Úlvalógin:
1. Úlvurin aktar gamla úlvin.
2. Úlvurin gevst aldri.
3. Loysanarorð úlvanna: Ger títt besta!
§6 Skótalyftið, skótalógin & loysanarorðið
1. Skótalyftið: Við æru míni gevi eg tað lyfti, at eg eftir førimuni vil vera trúgvur móti Guði og landi mínum, at vera hjálpsamur móti øllum og halda skótalógina.
2. Skótalógin:
1. Skótin er sannur í talu og atferð.
2. Skótin er trúgvur.
3. Skótin er gagnligur og hjálpsamur.
4. Skótin er góður vinur.
5. Skótin er høviskur í øllum lutum.
6. Skótin er djóravinur.
7. Skótin er lýðin.
8. Skótin er væl hýrdur.
9. Skótin er sparin og røkin.
10. Skótin er reinur í huga, orðum og gerðum.
3. Loysanarorð skótanna: Ver til reiðar!
§7 Limir
1. Bæði gentur og dreingir kunnu gerast limir í samskipanini. Samskipanin er ópolitisk og savnar limir sínar úr øllum stættum.
§8 Skipan
1. Samskipanin er ein felagsskapur av øllum KFUM-skótum í Føroyum. Samskipanin er býtt sundur í bólkar.
2. Bólkarnir í samskipanini hava tilknýti til KFUM, har slíkt er. Leiðararnir stuðla skótum, ið hava fylt 17 ár, at gerast limir í KFUM á staðnum.
§9 Stovnan
1. Ein bólkur er settur á stovn, har bólkaráð er valt og stovnanin er góðkend av landsnevndini.
2. Landsnevndin kann taka av eina og hvørja eind í samskipanini.
§10 Bólkaráð
1. Bólkaráðið hevur alla ábyrgd av tí kristi liga, siðiliga og fíggjarliga virkinum hjá bólkinum. Til at binda bólkin fíggjarliga, herundir seta fasta ogn í veð, krevst undir skrift frá formanni, kassameistara og bólkaleiðara.
2. Bólkaráðið hevur vald at seta á stovn og taka av bólkin í samstarvi við landsnevndina.
3. Í bólkaráðnum sita: bólkaleiðari, bólkahjálpari og allir liðleiðararnir. Harumframt
verður ein limur valdur av viðkomandi KFUM-nevnd, ein ella tveir limir úr kirkjunnar arbeiði og tveir ella í mesta lagi 5 limir fyri foreldrini, valdir av foreldrunum.
4. Foreldraumboð kunnu bert veljast millum foreldur at limum undir 17 ár.
5. Heldur bólkaráðið tað verða neyðugt, kann talið av limum økjast. Bólkaráðið skipar seg sjálvt við formanni og kassameistara, ið ikki er sami persónur, og útnevnir tveir grannskoðarar. Bólkaráðið eigur at hava regluligan fund minst tvær ferðir árliga, Annar fundurin skal vera sama ár sum Landsfundurin er í mars
6. Undir serligum umstøðum kann landsnevndin góðtaka eina aðra samanseting av bólkaráðnum á staðnum.
§11 Leiðarar
1. Leiðarar skulu vera limir í fólkakirkjuni og soleiðis vera hugaðir fyri at fremja eitt arbeiði á kristnum støði. Sum leiðari eigur ein at vera trúgvur móti endamálinum og arbeiðsgrundreglunum hjá samskipanini, at kenna ábyrgd og vera íðin innan arbeiði í bólkinum, at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og at útbúgva seg mest møguligt sum leiðari.
2. Heitið leiðari fatar um: liðhjálpara, liðleiðara, bólkahjálpara, bólkaleiðara, skótaovasta, landsnevndarlimir og leiðara, ið av landsnevndini hevur fingið litið upp í hendur serlig størv at røkja.
3. Har KFUM er, eigur leiðari, sum hevur fylt 20 ár, at gerast limur.
4. Áðrenn ein leiðari verður útnevndur í einum bólki, skal viðkomandi verða góðkendur av bólkaráðnum og hava undirritað eina leiðaraváttan, sum er orðað av Landsnevndini.
5. Bólkaleiðarin verður valdur av bólkaráðnum fyri tvey ár ísenn. Valið fer fram annaðhvørt ár í januar mánaða. Valbæri hevur ein og hvør limur í samskipanini, ið hevur undirskrivað leiðaraváttan ella í sambandi við valið undirskrivar slíka.
6. Ein leiðari kann verða frásettur um so er, at bólkurin og landsnevndin, ið kunngerð viðkomandi at fara frá, eru samd um tað.Landsnevndin kann taka stig til at seta ein og hvønn leiðara frá.
§12 Bólkurin
1. Bólkurin er ein eind við einum ella fleiri liðum, t.e. úlvaflokkur, skótalið, ungdómsskótalið og rovaralið.
2. Leiðsluna av bólkinum hevur bólkaleiðarin ábyrgd av fyri bólkaráðnum, ið hevur ábyrgd aftur fyri landsnevndini.
3. Heldur bólkur uppat at virka, tekur bólkaráðið í samstarvi við landsnevndina støðu til, hvat gerast skal við ognirnar. Er bólkaráðið ikki tókt, tekur landsnevndin avgerð um hvat gerast skal við ognirnar.
§13 Liðið
1. Bólkurin kann vera eitt ella fleiri av einstøku liðunum.
2. Liðið er býtt sundur í patrúljur. Liðleiðarin hevur dagligu leiðsluna undir ábyrgd bólkaleiðarans og bólkaráðsins. Liðleiðarin eigur vanliga at hava ein ella fleiri liðhjálparar.
§14 Landsnevndin
1. Samskipanin verður stýrd av eini landsnevnd.
2. Í landsnevndini sita 5 limir sum verða valdir fyri 2 ár í senn, og 2 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn. 2 limir og 2 tiltkaslimir verða valdir á landsfundi líka ár, og 3 limir og 2 tiltakslimir á landsfundi ólíka ár.
3. Landsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Kassameistari kann veljast uttanfyri Nevndina. Formaðurin í landsnevndini er skótaovasti.
4. Til at binda samskipanina fíggjarliga og løgfrøðisliga krevst samtykt í landsnevndini og undirskrift frá skótaovasta og næstformanni.
5. Fyri at binda samskipanina við lántøku, skal tað leggjast fyri landsfund/eykalandsfund. Fyri at góðataka lántøku, skal undirtøkan vera 3/4 av greiddum atkvøðum sum eru góðkend at atkvøða á landsfundi/eykalandsfundi.
§15 Landsfundurin
1. Landsfundurin er hægsti mynduleiki hjá samskipanini. Landsfundurin verður hildin síðsta leygardag í februar, við hesi dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Góðkenning av mynstringarlistum og ásetan av gyldigum atkvøðum.
3. Frágreiðing frá landsnevndini um virkið seinastu árini.
4. Grannskoðaðir roknskapir verða framlagdir til góðkenningar.
5. Frágreiðingar um virkið í bólkunum og fíggjarviðurskifti teirra.
6. Ásetan og sundurbýti av limagjaldi.
7. Viðgerð av innkomnum málum.
8. Viðgerð av uppskotum til broytingar í grundlógini, broyting ella góðkenning av viðtøkum og reglugerðum hjá samskipanini.
9. Val av limum og tiltakslimum í landsnevndina.
10. Val av grannskoðara.
11. Ymiskt.
2. Atkvøðurætt hevur hvør bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir. Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum.
Fyri at kunna atkvøða á Landsfundinum, skal ein vera limur í KFUM-skótinum í Føroyum.
Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast.
Limatalið verður ásett eftir tali á teimum limum, sum eru skrásettir í limaskipanini hjá samskipanini tann 31.12. (farna fíggjaárð)
Mynstringarlistin, sum er sendur bólkaleiðaranum, skal fyllast út eftir skrásetta limatalinum 31.12.(Farna fíggjaár) við nøvnum á teimum persónum, sum kunnu atkvøða fyri bólkin á Landsfundinum. Mynstringarlistin skal latast inn í seinasta lagi, dagin áðrenn landsfundin.
3. Landsfundurin verður lýstur í minsta lagi 8 vikur áðrenn við telduposti til bólkaleiðaran og bólkaráðsformannin hjá ymsu bólkunum. Har dagsskráin verður lýst. Eisini verður lýst alment
4. Mál, ið ynskjast viðgjørd á landsfundinum, mugu vera landsnevndini í hendi í seinasta lagi 4 vikur áðrenn fundin. Innkomin mál, saman við dagsskránni. roknskapinum fyri tvey tey seinastu árini og fíggjarætlanini fyri komandi ár verða lýst 3 vikur áðrenn fundin.
5. Uppskot til valevni í landsnevndina skal vera landsnevndarformanninum í hendi í seinasta lagi 4 vikur áðrenn fundin. Tó kunnu undantøk gerast, um ikki nøktandi tal av uppstillaðum eru. Valbæri hevur ein og hvør limur í samskipanini, ið hevur fylt 18 ár og hevur undirskrivað leiðaraváttan ella í sambandi við valið undirskrivar slíka. Uppskot til valevni verða kunngjørd saman við dagsskránni.
6. Eykalandsfundur kann haldast, um landsnevndin heldur tað vera neyðugt, ella fleirtalið av bólkunum vilja tað.
7. Tíðarfreistin fyri lýsing av eykalandsfundi kann frávíkjast í mun til lýsing av landsfundi. Tó minst átta dagar.
8. KFUM-feløgini hava rætt til at senda eitt umboð til landsfundin, men uttan atkvøðurætt.
§16 Avtøka av samskipanini
1. Uppskot um avtøku av samskipanini skal vera lýst í dagsskrá fyri landsfundin og eigur at verða viðtikið á tveimum fylgjandi landsfundum, fyrru ferð við 3/4 av greiddum atkvøðum, tó minst 3/5 av møguligum atkvøðum, og seinnu ferð við vanligum meiriluta.
2. Ognirnar hjá samskipanini verða við avtøku at lata KFUM-feløgunum í Føroyum í varðveitslu við áheitan um at fáa aftur á stovn felagsskap við sama endamáli.
§17 Broytingar í grundlógini Uppskot til broytingar í hesi grundlóg skulu vera lýst í dagsskrá til landsfundin og vera góðtikin við 3/4 av greiddum atkvøðum. Grundlógin er viðtikin á landsfundi í Tórshavn, tann 25. november 1972 og endurskoðað á landsfundi í Tórshavn, tann 7. februar 1998. Á landsfundi í Tórshavn tann 2. februar 2002. Á landsfundi í Tórshavn tann 12.mars 2022 og á landsfundi í Vági tann 11. Mars 2023.