Um Úlvar
Hvat er ein úlvur ?
Úlvar eru børn ið ganga í 1. – 4. flokki. Navnið úlvur kemur úr bókini “Frumskógurin”, eftir Rudyard Kipling. Stórur partur av hugflogs rammuni í úlvaarbeiðinum kemur úr hesi bók.
Í Frumskóginum læra úlvarnir at taka sær av náttúruni og samstarva í flokkinum ígjøgnum ymisk virksemi.
Úlvaflokkurin er byrjanin til at blíva skóti.
Úlvalógin
- Úlvurin aktar gamla úlvin
- Úlvurin gevst aldri.
Úlvalyftið
Eg lovi at gera mítt besta fyri at lýða Guð, at halda úlvalógina og hvønn dag gera nakað fyri at gleða onnur.
Loysanarorðið
Ger títt besta!
