Grøna smáttan

1.600,00 kr.

Category:

Description

Grøna smáttan er ein nýggja smátta, ið er bygd í 2024. Smáttan liggur millum trøðini ovast á skótadeplinum.
Nógv trø og runnar eru í økinum við gøtum oman til depilin. Ein yvirdekkað terassa er framanfyri smáttuna.

Hentleikar

  • Køkur við tilhoyrandi køksútgerð til 8 fólk
  • Køliskáp, konfýrur við bakarovni og eymhettu
  • Vesi við brúsu
  • Heittvatnstangi
  • 4 koyggjur
  • Hems við 4 soviplássum
  • Havi egið songjaklæði ella sovaposa/dýnu við
  • Goymslurúm undir koyggjum og brík