Skótadepilin á Selatrað

Um skótadepilin

Skótadepilin hjá KFUM skótunum í Føroyum liggur á Selatrað, í friðarliga og sera náttúru-vøkrum umhvørvi. Depilin liggur niðan í móti haganum, har ein vakur dalur liggur omanfyri. Oman frá dalinum rennur Sandá framvið skótadeplinum. Hinumegin ánna er ein hugnalig viðarlund.
Samlaða víddin á skótadeplinum er 15.000 fermetrar. Har eru eini leguhús við nýmótans køki og einum sali til uml. 50 fólk. Pláss er fyri 30 fólkum at sova innandura, umframt at tjaldpláss er til fleiri enn 200 fólk. Góðar umstøður eru til skótavirksemi og annað uttandurða verksemi.


Hvíta húsi

Hvíta húsið er høvuðsbygningurin á skótadepilinum. Hetta er upprunaliga eini sethús í trimum hæddum, ið eru innrætta til skótavirksemi.
Á niðastu hædd er høvuðsinngongd, køkur, matarsalur og baðirúm/vesi. Á miðhæddini eru tveir salir til verksemi og at sova í. Á loftinum eru 2 kømur og eitt fundarrúm/skrivstova.
Pláss er til 30 fólk at sova og 50 fólk kunna sita í matarsalinum. Køkurin er fult góðkendur til matframleiðslu.

Grøna smáttan

Grøna smáttan er ein nýggja smátta, ið er bygd í 2024. Smáttan er innrætta við køki, baðirúm, 4 koyggjum og einari hems. Upp til 8 fólk kunna búgva í smáttuni.

Reyða smáttan

Reyða smáttan er ein nýggja smátta, ið er bygd í 2024. Smáttan er innrætta við køki, baðirúm, 4 koyggjum og einari hems. Upp til 8 fólk kunna búgva í smáttuni.

Úlvadalurin

Úlvadalurin er eitt øki, ið liggur í ovasta á skótadepilinum. Millum trøðini finnur tú eina holu og eitt lítið bálstað.

Legubálsøki

Legubálsøkið er hjartað á skótadepilinum. Legubálsøkið er bygt sum eitt amfiteatur, ið liggur inni í lendinum. Mitt í økinum ein pallur við goymslurúmi undir. Her er góðir møguleikar at kynda bál, hava kvøldsetir og hava sang, undirhald og spøl.

Hoyløgan

Hoyløgan er ein gamla bygningur, ið er gjørdur í stand og innrættaður til goymslu og verkstað.


Vesi-bygningurin

Vesi-bygningurin stendur mitt á skótadeplinum og er ætlaður øllum gestum á deplinum. Hvør helvt hevur 4 vesi, har tað eina eisini hevur eina brúsu.

Tjaldvøllir

Tað eru góðir møguligar at liggja í tjaldi á skótadepilinum. Fleiri økir eru drenað og slættað og gjørd til tjaldvøll.

Fjøllini

Omanfyri Selatrað liggur ein stórur dalur, har Sándá rennur oman í gjøgnum. Tað er lætt at ganga frá deplinum niðan í dalin. Omanfyri dalin liggur Reyðafellstindur (764m). Av Selatrað gongur gamla varðagøtan til Skála.

Sandá

Sandá rennur oman úr dalinum omanfyri Selatrað og framvið skótadeplinum. Ein brúgv er gjørd yvir um ánna, so ein kann ganga yvir til viðarlundina.
Undir brúnni er møguleiki at seta skott í og fáa ein stóran hyl í ánna.

Viðarlundin

Viðarlundin á Selatrað er frá 1913 og liggur beint við skótadepilin. Frá deplinum er møguleiki at ganga yvir um ánna og allan vegin eftir gøtuni í gjøgnum sera hugnaligu viðarlundina.

Sandurin

Um ein fylgir Sandá oman á sjógv kemur ein til ósan og sandin norðan fyri. Her eru góðar umstøður at vassa og hava ymiskt virkemi.

Skýlið

Skýlið er ein terassa, har ein kan sita undir taki og eta ein bita ella hugnar sær saman. Uml. 70 fólk kunna sita í skýlinum. Ein stór grill hoyrir til skýlið.

Lítla smáttan

Lítla smáttan er ein lítil hugnalig smátta við 6 koyggjum, spísiborði og einum lítlum tekøki. Tað er onki rennandi vatn ella vesi.

Burturkast

Alt húsarhaldsburturkast verður sett inn í skúrin, ið síðan verður heintað av IRF. Annað størri burturkast kann eisini setast inn í skúrin.

Myndasavn