Viðtøkur
Viðtøkur hjá KFUM-Skótunum í Føroyum
1. Landsnevndin
1. Landsnevndini áliggur at leiða samskipanina og hava umsjón við arbeiðinum soleiðis, at endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
2. Landsnevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. Kassameistari og skrivari kunnu veljast uttanfyri nevndina.
3. Formaðurin í landsnevndini er skótaovasti.
4. Skótaráðgevarnir luttaka eisini í landsnevndararbeiðinum – tó uttan atkvøðurætt.
5. Landsnevndin ásetur uppgávur skótaovastans.
6. Landsnevndin kann skipa fyri arbeiðsbólkum eftir tørvi.
7. Landsnevndin leggur langtíðarskrá fyri samskipanina, eina arbeiðsætlan og setur mál fyri arbeiðið hjá samskipanini fyri hvørja setu. Arbeiðsætlan, mál og landsskrá verða kunngjørd øllum leiðarum og bólkaráðslimum.
8. Landsnevndin leggur arbeiðsætlan fyri landsnevndina fyri hvørja setu, og hevur í minsta lagi 6 regluligar fundir árliga.
9. Landsfundurin kann seta fólk í fast starv, um ein meiriluti av landsfundinum á einum Landsfundi ynskja tað. Landsnevndin hevur ábyrgd av setanartilgongd.
Starvsfólk skal vera sett sambært avvarðandi sáttmála.
Landsnevndin ásetur arbeiðsøki.
10. Landsnevndin skal góðkenna arbeiðsætlanir hjá øllum nevndum og arbeiðsbólkum.
11. Landsnevndin ger reglugerðir eftir avgerðum tiknar á landsfundi, ella har nevndin metir tørvur er á tí, og ger broytingaruppskot til Grundlóg og Viðtøkur, um hon finnur tað neyðugt.
12. Landsnevndin skal góðkenna árligu fíggjarætlanina hjá samskipanini.
13. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í landsnevndini. Fundarfrásøgnin skal góðkennast á næstkomandi landsnevndarfundi.
2. Arbeiðsbólkar
1. Landsnevndin kann eftir tørvi seta arbeiðsbólkar og ásetur arbeiðsøki teirra.
2. Depilsnevndin
1. Í depilsnevndini sita í minsta lagi 3 limir, harav ein úr landsnevndini.
2. Tað áliggur depilsnevndini at virka fyri, at mál hjá landsnevndini og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
3. Depilsnevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum skal leggjast fyri landsnevndina til góðkenningar.
4. Depilsnevndin hevur í minsta lagi 4 fundir árliga.
5. Depilsnevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.
6. Uppgávur: At hava um hendur vanligt viðlíkahald av skótadepilinum á Selatrað og skipa fyri arbeiðsdøgum. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur nevndini.
7. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í depilsnevndini og landsnevndini.
3. Virknisnevndin
1. Í virknisnevndini sita í minsta lagi 3 limir, harav ein úr landsnevndini, sum eigur at vera nevndarformaður/-kvinna.
2. Formaðurin/-kvinnan er høvuðskappingarleiðari hjá samskipanini.
3. Tað áliggur virknisnevndini at virka fyri, at mál hjá landsnevndini og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
4. Virknisnevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri landsnevndina til góðkenningar hvørt ár í apríl mánað.
5. Virknisnevndin hevur í minsta lagi 4 reguligar fundir um árið.
6. Virknisnevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur
7. Uppgávur: Leggja tilrættis og fremja ávíst virksemi, so sum LPK, Skjaldarsvein, Krossriddara, Paladin, Úlvadag og Skóti í ein dag.
8. Høvuðskappingarleiðarin tekur endaliga avgerð í øllum spurningum viðvíkjandi LPK-kappingini.
9. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur nevndini.
10. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í virknisnevndini og landsnevndini.
4. Menningarnevnd
1. Í Menningarnevndini sita í minsta lagi tríggir limir, harav ein úr landsnevndini, sum eigur at vera nevndarformaður/-kvinna.
2. Fyri at vera formaður/-kvinna er neyðugt, at viðkomandi er Gilwell-skóti.
3. Formaðurin í menningarnevndini er útbúgvingarleiðari hjá samskipanini.
4. Tað áliggur menningarnevndini at virka fyri, at mál hjá landsnevndini og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
5. Menningarnevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri landsnevndina til góðkenningar.
6. Menningarnevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.
7. Uppgávur: Leggja til rættis venjingar, skeið og onnur útbúgvingartiltøk fyri patrúljuførarar, ungdómsskótar, leiðarar og bólkaráðslimir. Seta skeiðsleiðslu, sum hevur neyðugu útbúgving, til tey einstøku tiltøkini, menningarnevndin stendur fyri. Við millumbili endurskoða útbúgvingarskipanina og venjingarskipanina hjá samskipanini, so útbúgvingin samsvarar við tey mál, sum landsnevndin hevur sett fyri arbeiðið hjá samskipanini. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur menningarnevndini.
8. PF-venjing (ólíka ár) – US-venjing (líka ár) – Leiðarabyrjan – Serskeið eru ábyrgd hjá menningarnevndini at skipa fyri.
9. Alt arbeiðstilfar er ábyrgd hjá menningarnevndini.
10. Útbúgvingarleiðarin hevur ábyrgd av, at útbúgvingarskipanin hjá samskipanini til eina og hvørja tíð er á hædd við tað, sum altjóða viðurkenning krevur.
11. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í menningarnevndini og landsnevndini.
5. Umsitingarnevndin
1. Í umsitingarnevndini sita í minsta lagi 3 limir, harav ein úr landsnevndini.
2. Tað áliggur umsitingarnevndini at virka fyri, at mál hjá landsnevndini og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
3. Umsitingarnevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum skal leggjast fyri landsnevndina til góðkenningar.
4. Umsitingarnevndin hevur í minsta lagi 4 fundir árliga.
5. Umsitingarnevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.
6. Uppgávur: At hava um hendur upplýsing av skótaarbeiðinum á heimasíðu og sosialum miðlum. At gera tilfar og uppskot til inntøkufremjandi tiltøk, sum kunnu betra um fíggjarstøðuna og elva til meira virksemi hjá samskipanini og bólkunum. At umsita limaskipanina. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur nevndini.
7. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í umsitingarnevndini og landsnevndini.
5. Rovaranevndin
1. Í Rovaranevndini sita fimm limir, sum eru valdir á rovaratinginum fyri 1 ár í senn. Hesir kunnu tó veljast aftur.
2. Tað áliggur rovaranevndini at virka fyri, at mál hjá rovaratinginum og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun
3. Rovaranevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum skal leggjast fyri landsnevndina.
4. Rovaranevndin hevur í minsta lagi 5 regluligar fundir árliga.
5. Rovaranevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.
6. Uppgávur: Leggja tilrættis og fremja ávíst virksemi, so sum at taka sær av áhugamálum hjá rovarum kring landið, at skipa fyri landstiltøkum fyri rovarar, at gera hugskotstilfar til RS-virksemi, at hava samband við rovararnar kring landið, at skipa fyri luttøku á RS-tiltøkum uttanlands og taka sær av uppgávum, ið landsnevndin áleggur rovaranevndini. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og verður send limunum í rovaranevndini, landsnevndini og einum rovaraumboði í hvørjum bólki.
6. Rovarating
1. Rovarating verður hildið á hvørjum ári í november.
2. Dagsskrá fyri rovaratingið:
1. Val av fundarstjóra og skrivara.
2. Góðkenning og áseting av gyldigum atkvøðum.
3. Frágreiðing frá rovaranevndini um seinastu setu.
4. Frágreiðingar um virkið í rovaraliðunum og fíggjarviðurskifti teirra.
5. Viðgerð av innkomnum málum.
6. Viðgerð av uppskotum um broytingar í reglugerðum og viðtøkum fyri rovaranevndina og málum, ið skulu leggjast fyri landsfundin hjá samskipanini.
7. Uppstilling og val av limum og tiltakslimum í rovaranevndina.
8. Uppstilling av valevnum til landsnevndina hjá samskipanini.
9. Ymiskt.
3. Atkvøðurætt hevur hvør rovari yvir 17 ár, møttur á tingi, við einari atkvøðu.
4. Rovaratingið verður lýst minst 3 vikur áðrenn við skrivligum boðum til tey ymsu rovaraliðini, har dagsskráin verður greinliga lýst.
5. Mál, ið ynskjast viðgjørd á Rovaratinginum, mugu verða Rovaranevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn tingið verður hildið.
7. Bólkurin
1. Bólkaráðsformaðurin kallar til bólkaráðsfund minst 2 ferðir um árið og leiðir hesar fundir. Ein og hvør limur í bólkaráðnum kann krevja, at ráðið verður kallað saman.
2. Bólkaleiðarin hevur skyldu, við ábyrgd fyri bólkaráðnum: At hava umsjón við arbeiðinum í bólkinum og at stuðla og hjálpa liðunum, eitt nú at styrkja felagsskapin millum leiðararnar við samveru á ymiskan hátt, sum t.d. bíbliuarbeiði, fundum, túrum, legum o.ø. At virka fyri fatan av sambandi millum liðini, og, við at vitja tey, at læra limirnar og arbeiðstrupulleikar teirra at kenna. At leggja til rættis leiðarafundir, har leiðararnir samráðast um arbeiðið í bólkinum. At stuðla og hjálpa tí einstaka leiðaranum við at viðurkenna, eggja og vegleiða hann. At leggja til rættis felags tiltøk fyri bólkin. At virka fyri góðum samstarvi millum liðini í bólkinum, og liðum frá øðrum samskipanum, og við kirkjunnar arbeiði á staðnum. At hava ábyrgd av tí dagligu umsitingini, so sum at taka ímóti og senda tilfar til samskipanina.
3. Bólkaleiðarin skal í minsta lagi vera 20 ár.
8. Úlvaflokkurin
1. Úlvaarbeiðið verður skipað eftir grundhugsjón Baden Powells um úlvaarbeiðið, og soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Úlvaliðið er býtt sundur í bandar, sum tó ikki arbeiða sjálvstøðug. Akela (Flokksleiðarin) velur ein bandaførara, sum leiðir bandan, og hesin hevur ein bandahjálpara. Hesa leiðslu hevur bandaførarin tó bert í einstøkum førum, tá ið Akela metir tað gagnligt fyri arbeiðið.
3. Arbeiðið í úlvaflokkinum er fyriskipað eftir úlvavenjingarskipanini „Mowgli og Frumskógurin”.
4. Leiðararnir í úlvaflokkinum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í flokkinum, so hetta verður skiftandi og áhugavert. At tryggja at limirnir ikki koma í vanda, og ikki seta størri krøv til teirra enn ráðiligt er. At virka fyri samanhaldi millum flokkin og heimið; við foreldrafundum og øðrum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
5. Akela (Flokksleiðarin) eigur ikki at vera yngri enn 18 ár.
9. Skótaliðið
1. Arbeiðið í skótaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri skótaarbeiðið, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Skótaliðið er býtt sundur í patrúljur. Patrúljan í liðnum hevur vanliga 4-7 skótar. Patrúljuførarin verður valdur av limunum í patrúljuni í samráði við liðleiðaran og hevur leiðsluna av patrúljuni. Eftir uppskoti frá patrúljuføraranum velur patrúljan ein patrúljuhjálpara.
3. Arbeiðið í skótaliðinum er grundað á Venjingaskipanina „Skótin og patrúljan”.
4. Í leiðslupatrúljuni eru: liðleiðarin, liðhjálpararnir, patrúljuførararnir og møguliga patrúljuhjálpararnir.
5. Í liðleiðsluni eru: liðleiðarin, liðhjálpararnir og møguliga patrúljuførararnir.
6. Leiðararnir í skótaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so sum: fundir, túrar og legur. At nýta patrúljuskipanina soleiðis við skótanna aldri og búning í huga, at patrúljuførarin, í tann mun hann er førur fyri, átekur sær ábyrgd fyri arbeiðinum í patrúljuni. Skótarnir í liðnum skulu, so vítt tað er gjørligt, verða við til at leggja til rættis arbeiðið í liðnum. Uppgáva liðleiðarans er at leiða liðið, og hava í huga, hvat hin einstaki skótin megnar, m.a. likamliga og at taka neyðugt fyrivarni viðvíkjandi trygd, heilsustøði og reinføri á túrum og legum. At virka fyri menning í liðnum og tryggja, at arbeiðið framhaldandi liggur á nóg høgum støði. At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimið, við foreldrafundum og øðrum. At leiða liðið í tí anda, sum skótalógin fyriskipar og at gera sítt til, at hesin andi ræður millum skótarnar í liðnum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
7. Liðleiðarin eigur ikki at vera yngri enn 18 ár.
10. Ungdómsskótaliðið
1. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri ungdómsskótaarbeiði, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Ungdómsskótaliðið er býtt í patrúljur.
3. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum er grundað á venjingarskipanina.
4. Leiðararnir í ungdómsskótaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so sum: fundir, túrar, legur og áhugatiltøk í samráði við ungdómsskótarnar. At taka neyðug fyrivarni viðvíkjandi trygd, heilsustøði og reinførismøguleikum við øll tiltøk. At virka fyri menning í liðnum og tryggja, at arbeiðið framhaldandi liggur á nóg høgum støði. At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimið við foreldrafundum og øðrum. At leiða liðið í tí anda, sum skótalógin fyriskipar og at gera sítt til, at hesin andi ræður millum skótarnar í liðnum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
5. Liðleiðarin skal hava fylt 18 ár.
11. Rovaraliðið
1. Limir í aldrinum 17 23 ár kunnu verða við í einum rovaraliði. Leiðararnir í bólkinum kunnu verða limir í rovaraliðnum.
2. Arbeiðið í rovaraliðnum verður rikið eftir Grundreglum og Viðtøkum fyri rovaraarbeiðið, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
3. Rovaraliðið kann verða býtt í patrúljur í styttri ella longri tíðarskeið ella í uppgávu- ella áhugabólkar fyri ta tíð uppgávan/arbeiðsevnið varir.
4. Lógir og dagliga leiðslan í liðnum verða ásett á rovaratinginum, har allir rovarar og leiðarar hava sæti. Dagliga arbeiðið í liðnum verður skipað av rovarunum í felag undir leiðslu av einum liðhjálpara, ið verður valdur millum rovararnar fyri 1–2 ár í senn. Tað er ikki neyðugt, at hann er góðkendur leiðari í bólkinum.
5. Liðleiðarin hevur ábyrgd av, at arbeiðið í liðnum verður rikið eftir Grundlóg og Viðtøkum, soleiðis sum samskipanin fyriskipar, og eigur at stuðla og vegleiða liðhjálpara og hin einstaka rovaran. Skráin í liðnum er bygd yvir evnini: útilív, útsýni, tænasta. Miðað verður í móti javnvág millum hesi, soleiðis, at liðið ger greitt í sínum arbeiði, at tað byggir á útilív, og at fundir, túrar og legur verða løgd til rættis, so tey virka upplýsandi og mennandi. At umhvørvið í liðnum er mennandi fyri búning hins einstaka. Serliga verður løgd áherðsla á, at rovarin møtir kirkjunnar boðskapi og gjøgnum kristiligt arbeiði búnast til persónliga kristna trúgv og til sjálvur at taka støðu til tilveru sína. Rovarin tekur lut í leiðaraútbúgving og á skeiðum til persónliga menning, fyri á henda hátt at hjálpa til við øðrum arbeiði í bólkinum, og fær áhuga fyri sjálvur at gerast leiðari. Liðið virkar fyri, gjøgnum dagliga arbeiðið, at skapa fíggjarligt grundarlag fyri virksemi sínum, í samráð við bólkaleiðara og bólkaráð.
6. Liðleiðarin skal hava fylt 18 ár.
12. Reglur fyri felagslegur
1. Á legum, har bæði dreingir og gentur taka lut, skulu tey sova í hvør sínum rúmi/tjaldi, og minst ein leiðari av hvørjum kyni skal vera við.
2. Á uttanlandsferðum skulu reglurnar í viðkomandi landi yvirhaldast.
13. Leiðaraváttan
- Leiðaraváttanin, ið nevnd er í §11. stk. 4 er av landsnevndini orðað soleiðis: Leiðarin (navn) hevur gjørt seg kunnugan við ”Grundlóg fyri KFUM-skótarnar í Føroyum” og saman við bólkaleiðaranum talað saman um, og tekur undir við: Endamálið: Samskipanin er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børnum og ungum møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg. Arbeiðsgrundreglur: Endamálið hjá samskipanini eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, sum byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka. Skylda leiðarans: Sum leiðari eigur ein at vera trúgvur móti endamálinum og arbeiðsgrundreglunum hjá samskipanini, at kenna ábyrgd og vera íðin innan arbeiðið í bólkinum, at hava gott samstarv við bólkaráðið og vera trúgvur móti tí og hinum leiðarunum í bólkinum, at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og at útbúgva seg mest møguligt sum leiðari, og verður hervið góðkendur sum leiðari í bólkinum og samskipanini.
14. Skipan av skótadømum
1. Bólkarnir hjá samskipanini kunnu skipast í skótadømir við 2–5 bólkum í hvørjum.
2. Tvey skótadømir kunnu, í samráð við landsnevndina, arbeiða saman, sum eitt dømi við felags leiðslu. Landsnevndin kann mæla tveimum skótadømum til at arbeiða saman, sum eitt dømi við felags leiðslu.
3. Hvørt skótadømi hevur eitt dømisráð. Í dømisráðnum sita allir bólkaleiðararnir ella í teirra stað bólkahjálpari. Bólkaráðið velur sín lim fyri tvey ár í senn. Heldur dømisráðið tað verða neyðugt, kann talið av limum økjast, eisini við fólki, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til ein av bólkunum í skótadøminum. Dømisráðið kann seta arbeiðsbólkar at arbeiða við ávísum málum. Dømisráðið hevur fund, tá ið tørvur er, tó í minsta lagi 2 ferðir árliga.
4. Uppgávurnar hjá skótadøminum eru m.a. hesar: saman við virknisnevndini/LPKnevndini at skipa fyri DPK, saman við útbúgvingarnevndini skipa fyri skeiðsvirksemi, saman við skótaráðgevanum/landsnevndini at virka fyri menning og vøkstri í skótadøminum, skipa fyri ymiskum felags tiltøkum í skótadøminum, skipa fyri rovaraliði í skótadøminum, skipa fyri peningasavnandi tiltøkum til serligar uppgávur hjá samskipanini, stilla valevnir upp til landsnevndina.
15. Innliman í samskipanina
1. Fyri at gerast limir hjá KFUM-skótunum í Føroyum, limar ein seg inn á innlimingarskipanina, sum liggur á skoti.fo.
2. Árliga limagjaldið er 400 kr. fyri hvønn lim.
3. Býtið av limagjaldinum er 60% til bólkin og 40% til samskipanina.
4. Limagjaldið verður goldið við fastari flyting hvørt ár.
[Text Wrapping Break]5. Limurin hevur sjálvur ábyrgd av at siga limaskapin upp.
16. Aldursbýtið í skótaarbeiðinum
1. Sum meginregla verða lið/flokkar bólkað í liðáseting/floksáseting lýst niðanfyri. Tó er hetta vegleiðandi og liggur tað hjá hvørjum einstøkum bólki at skipa liðini, sum tað hóskar best: Úlvaflokkur: Børn í 1.-4. skúlaári. Skótalið: Børn í 5.-10. skúlaári. Ungdómsskótalið: Ung í 8.-10. skúlaári. Rovarar: 17 ár og eldri (í tí árinum ein fyllir 17 ár)
17. Flyting, at melda seg út, uppsøgn og eftirstøða
1. Flyting: Tá limur flytir úr einum bólki í ein annan, skal landsfelagsskapurin fráboðast.
2. Melda seg út: Um limur undir 14 ár ynskir at verða strikaður, skulu foreldur ella verji boða leiðaranum frá hesum.
3. Uppsøgn: Leiðari kann bert verða frásettur eftir § 11 stk. 6 í Grundlógini. Allir limir í bólkinum kunnu bert vísast burtur av bólkaleiðaranum.
4. Limagjaldseftirstøða: Limir kunnu strikast vegna eftirstøðu, men skal avgerð um hetta takast av bólkaleiðaranum.
18. Foreldrafelag
1. Foreldrafelag kann verða sett á stovn at fremja samanhaldið millum heimið og skótaarbeiðið og at stuðla arbeiðinum. Foreldrafelagið kann bert vera ráðgevandi.
19. Legur
1. Tað er ikki loyvt at nýta lendi sum leguøki uttan loyvi frá ánara. Allar ávísingar frá ánara skulu haldast til fulnar. Leiðarin fyri leguni hevur ábyrgd av, at leguøkið verður fyrimyndarliga frágingið.
2. Landsnevndin eigur at fáa fráboðan um legur uttanlands.
20. Almenn tiltøk
1. Eingin leiðari má skipa fyri almennum tiltøkum, so sum peningasavnan, eydnuhjóli, framførslu o.ø. uttan loyvi frá viðkomandi bólkaráði.
2. Limir í samskipanini mega ikki taka lut í almennum fundum ella kravgongum í skótabúna. Limir í samskipanini mugu ikki taka lut í nøkrum tiltaki, har partapolitiska uttanveltaða støðan hjá samskipanini kann verða misskild.
3. Partapolitisk ávirkan innan deildir í samskipanini er ikki loyvd.
21. Felags bólkaráð
1. Á støðum, har Føroya KFUK-skótar eisini hava arbeiði, kann felags bólkaráð verða, um báðir partar ynskja hetta. Bólkaráðið virkar eftir teimum reglum, sum eru fyri bólkaráð.
22. Reglugerð fyri LPK
1. Patrúljan skal verða samansett, sum hon er í dagliga skótaarbeiðinum. 4-7 skótar skulu vera í patrúljuni. Skótarnir skulu hava skótaaldur. Tó kunnu í mesta lagi 2 skótar vera úr 9.-10. skúlaflokki.
2. Landspatrúljukapping, LPK, skal vera skipað í tveimum umførum: Fyrra umfar kann skipast sum dømispatrúljukapping, DPK, ella sum felags landstiltak, verður framt ein leygardag ella eitt vikuskifti. Seinna umfar er landspatrúljukapping, LPK, sum eigur at vera skipað sum ein tjaldlega á Hvítusunnu.
3. LPK skal verða skipað sum ein 5-dystur og halda støðið soleiðis, at tað krevur, at skótarnir duga síni skótakynstur.
4. LPK-vinningurin:
1. Virknisnevndin skal fáa til vega ein hóskandi vinning.
2. Fyri at ein patrúlja skal ogna sær vinningin, skal hon vinna LPK 3 ár á rað ella 5 ár tilsamans.
3. Virknisnevndin hevur á hvørjum ári ábyrgd av at merkja LPK-vinningin við árstali, navni og heimstaði hjá vinnarapatrúljuni.
5. US-LPK kann verða samstundis sum LPK og á sama stað.
6. Tey árini, tá ið onnur stór landstiltøk eru, kann LPK fella burtur.
23. Áheitan um samstarv millum bólkarnar
1. Álagt verður bólkum, ið fyrireika legur og onnur tiltøk, at umhugsa at bjóða ný- ella endurstovnaðum bólkum við, fyri at menna hesar.
24. Reglugerð fyri Føroya Skótaráð
1. Víst verður til galdandi reglugerð fyri Føroya Skótaráð.
25. Útbúgvingarskipanin
1. Endamál við útbúgvingini: Endamálið við útbúgvingini er, at luttakarin verður førur fyri at røkja tær uppgávur, ið leiklutur hansara í dagliga arbeiðinum ásetur honum, á forsvarligan hátt.
2. Landsfundurin og Landsnevndin kunnu áseta bygnaðin á skeiðum og venjingum eftir tí tørvi, sum vísir seg í skótaarbeiðnum um hetta mundi. Tað áliggur Landsnevndini at meta um, hvør tørvurin er og at syrgja fyri, at tiltøkini verða løgd til rættis.
3. Tað er álagt Landsnevndini at tryggja, at viðkomandi skeið og venjingar fyri landsarbeiðið í øllum førum eru til taks til leiðarar, so at hesi fáa røkt dagligu uppgávur sínar í skótaarbeiðinum.
4. Útbúgvingaryvirlitið skal til eina og hvørja tíð verða greitt, lætt at skilja og vera tøkt fyri allar limir.
5. Skjaldarsveinur:
Árgangur:
Úlvar, sum ganga í 3-4. skúlaflokki og flyta upp til skótar. Leguleiðslan kann geva undantøk til 5. skúlaflokk.
Endamál:
Ein lega, har úlvar fáa møguleika at kenna til skótaarbeiði.
Arbeiðsháttur:
Lega frá fríggjakvøldi til sunnudag. Arbeiðið fer fram í bandum.
Innihald:
Gera mat á gasskøki – Kenna arbeiðsháttin “kunning” (Kort og Kumpass) – Signalering – kotur – Samstarv – Skótarørslan –Búreising
Luttakara krav: Hava tikið eina av hesum úlvaroyndum: Raksha – Baloo ella Akela
6. Riddaravenjingin:
Riddaravenjing: Fyri at luttaka á Riddaravenjing skal ein hava lokið skótaroyndina. Skótar, ið luttaka á Riddaravenjingum, skulu í minsta lagi vera 5. floksnæmingar.
7. Krossriddaravenjing:
Krossriddaravenjing: Fyri at luttaka á Krossriddaravenjing skal ein hava staðið 2. Floksroyndina.
Eisini skal ein hava luttikið og fingið bæði heiðursbræv og prógv fyri Riddaravenjing.
Skótar, ið luttaka á Krossriddaravenjingum, skulu í minsta lagi vera 6. floksnæmingar.
8. Paladin:
Paladin: Fyri at luttaka á Paladin skal ein hava staðið 1. Floksroyndina. Eisini skal ein hava luttikið og fingið heiðursbrøv og merkir fyri Riddaravenjing og Krossriddaravenjing.
Skótar, ið luttaka á Paladin, skulu í minsta lagi vera 7. floksnæmingar.
9. PF-Venjing:
Fyri at luttaka á PF-Venjing skal luttakarin vera Patrúljuførari ella patrúljuhjálpari og umboðandi sín skótabólk.
Árgangur:
Patrúljuførar og patrúljuhjálparar sum ganga í 5 – 10. skúlaflokki.
Endamál:
Ein venjing har skótarnir fáa innlit í Patrúljuarbeiðið
Arbeiðsháttur:
Lega frá fríggjakvøldi til sunnudag. Arbeiðið fer fram í patrúljum við førara og hjálpara.
Innihald:
skrálegging, ábyrgdir, Dagbók, Skótahugsjónin, Patrúljufundir. Trupulleikar í patrúljuni, Kristnikunnleiki, Heikir, Gongutúrar, Legur, hvat er ein førari og hjálpari v.m.
Luttakara krav: Vera Patrúljuførari ella patrúljuhjálpari.
10. US-Venjing
Árgangur:
8.-9.-10. skúlaár
Endamál:
Ein venjing har skótarnir fáa eitt brandsskeið og fyrstahjálpsskeið. Menna ungdómsskótaarbeiðið.
Arbeiðsháttur:
Lega frá fríggjakvøldi til sunnudag.
Innihald:
Brandskeið og fyrstahjálpsskeið
Dagbók og Ungdómsskótaarbeiðið
Luttakara krav:
Vera ungdómsskóti
26. Reglugerð fyri skótabúnan
1. Búnin: Skótabúnin er grøn skjúrta í ávísum sniði og verður nýtt av øllum úlvum, skótum, ungdómsskótum, rovarum, leiðarum og øðrum limum í samskipanini. Til búnan verður nýtt skótabelti og reytt turriklæði við gulari rond. Á turriklæðssnippin kann setast bólkamerki. Fyri skótabúnan verður fyrst og fremst víst til vegleiðing/plakat hjá samskipanini um merkir á búnanum. Í teimum førum, har skótabúnin ikki er væl egnaður, kann eitt lið ella bólkur, við góðkenning frá Landsnevndini, bera aðrar búnar í dagliga arbeiðinum.
2. Úlvabúnin: Kravd merki til úlvabúnan eru: úlvamerkið (tá ið úlvurin hevur staðið úlvaroyndina), altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna, úlvanavn og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey gul patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt gult band. Úlvurin ber eisini eitt varðamerki, svarandi til tað stig í úlvavenjingini, úlvurin arbeiðir við, og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Úlvurin kann bera eitt patrúljumerki. Úlvurin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini.
3. Skótabúnin: Kravd merki til skótabúnan eru: liljan (tá ið skótin hevur staðið skótaroyndina), altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey hvít patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Skótin ber eisini eitt varðamerki, svarandi til tað stig í skótavenjingini, skótin arbeiðir við, og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Eisini kann skótin bera PF-legumerki, um hann hevur luttikið á PF-venjing. Skótin kann bera eitt patrúljumerki. Skótin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini.
4. Ungdómsskótabúnin: Kravd merki til ungdómsskótabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey hvít patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Ungdómsskótin ber eisini varðamerki og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Ungdómsskótin kann bera eitt patrúljumerki. Ungdómsskótin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Eisini kann ungdómsskótin bera PF-legumerki, um hann hevur luttikið á PF-venjing.
5. Rovarabúnin: Kravd merki til rovarabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki og ársstjørna. Rovarin ber rovaramerki. Rovarin kann eisini bera 1. hjálpsmerkið og gonguskjøldur. Rovarin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Rovari, ið er Gilwell-skóti, kann bera Gilwell-turriklæði.
6. Leiðarabúnin: Kravd merki til leiðarabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/-liðmerki og ársstjørna. Leiðarin ber ikki varðamerki ella virknismerki. Leiðarin ber eitt leiðaraband (tignarstig). Leiðarin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Leiðari, ið er Gilwell-skóti, kann bera Gilwell-turriklæði.
7. Patrúljulitir: Úlvar, skótar og ungdómsskótar bera litað band um akslastropparnar, sum patrúljueyðkenni. Patrúljulitirnir eru: 1. patrúlja: reytt, 2. patrúlja: myrkablátt, 3. patrúlja: grønt, 4. patrúlja: gult, 5. patrúlja: brúnt, 6. patrúlja: blátt, 7. patrúlja: hvítt, 8. patrúlja: violett.
8. Tignarstig: Úlvur, ið er patrúljuførari, ber tvey gul patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt gult band. Skóti, ið er patrúljuførari, ber tvey hvít patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Ungdómsskóti, ið er patrúljuførari, ber tvey hvít patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt band. Liðhjálpari ber eitt reytt band. Liðleiðari ber eitt grønt band. Bólkahjálpari ber eitt hvítt band. Bólkaleiðari ber eitt hvítt/grønt band. Landsnevndarlimur ber eitt gult band, tó ber skótaovastin eitt gult/grønt/ reytt band. Leiðari kann bert bera eitt leiðaraband (tignarstig).
9. Pláss á búnanum: Merki á búnanum skulu hava hvør sítt pláss: Úlvamerki situr mitt á høgra lumma. Liljan situr mitt á høgra lumma. Altjóða liljan situr mitt á vinstra lumma. Føroyamerkið situr mitt omanfyri høgra lumma. Staðarnavnið situr omanfyri Føroyamerkið. Úlvanavnið situr omanfyri staðarnavnið. Ársstjørnan situr mitt oman fyri vinstra lumma. Legumerki situr omanfyri ársstjørnuna. Patrúljulitir sita um akslastropparnar. Rovaramerkini sita um akslastropparnar. Bólkamerkið/liðmerkið situr á høgru ermu, 3 cm. Frá akslaseyminum. Patrúljumerkið situr á høgru ermu, 7 cm frá akslaseyminum, tó minst 1 cm undir bólka/-liðmerkinum.[Text Wrapping Break]Virknismerkini sita á høgru ermu 10 cm frá akslaseyminum, tó minst 1 cm undir patrúljumerkinum. PF-legumerkið situr á vinstru ermu, 3 cm frá akslaseyminum. Varðamerkið situr á vinstru ermu, 7 cm frá akslaseyminum. Tignarstig: Leiðarar bera eitt 15 mm breitt band vatnrætt á vinstra lumma, 1 cm niðanfyri altjóða liljuna. Patrúljuførarar bera tvey loddrøtt bond á vinstra lumma, 2,5 cm. frá miðjuni, t.v.s. 5 cm. millum bondini. Patrúljuhjálparar bera eitt loddrætt band á vinstru helvt á lummanum. Gonguskjøldur verður sett á skótabeltið vinstrumegin, 8 cm frá spenninum.
[Text Wrapping Break]27. Samstarv við KFUK-skótarnar
Avtala um samstarv millum Føroya KFUK skótar og KFUM-skótarnar í Føroyum: 1. Felags bólkaráð verða á teimum plássum, har bólkarnir eru samdir um hetta.
2. Virkað verður fyri samstarvi í skótadømunum, og miðað verður ímóti, at flestu dømistiltøk verða felags.
3. Landsnevndirnar koma saman í apríl mánaða, har felags tiltøk fyri komandi skótaár verða fastløgd.
4. Møguleiki skal verða fyri, at limirnir kunnu luttaka á venjingum og skeiðum hjá báðum samskipanunum. Fráboðanir um venjingar og skeið verða send samskipanunum.
28. Skótadepilin á Selatrað
1. KFUM-skótarnir í Føroyum eiga og reka skótadepilin á Selatrað
2. Skótadepilin og samskipanin eru so vítt møguligt fíggjarliga óheft hvør av øðrum.
3. Landsnevndin ásetur á hvørjum ári, saman við Selatraðnevndini, prísir fyri útleigan av depilnum.
4. Skótabólkar og samskipanin hjá KFUM-skótunum í Føroyum kunnu leiga skótadepilin til legur og tiltøk fyri hálvan prís
5. Landsnevndin kan seta lønt starvsfólk at taka sær av deplinum, um pengar eru tøkir til løn.
29. Ársroknskapur
1. Eftir áheitan kann Landsnevndin biðja um ársroknskap frá bólkunum.
[Text Wrapping Break]
30. Luttøkugjald til landstiltøk
1. Luttøkugjaldið á øllum landsumfatandi tiltøkum skal verða íroknað ferðaútreiðslur soleiðis, at allir luttakarar rinda sama luttøkugjald.
2. Landslegur eru undantiknar hesi viðtøku
31. Árligt gjald til Selatraðgrunnin.
1. Álagt verður øllum bólkum eitt árligt gjald til Selatraðgrunnin fylgjandi hesum frymli.
a. Bólkar yngri enn 10 ár: 1000 krónur.
b. Upp til 25 limir: 2000 krónur.
c. Upp til 50 limir: 4500 krónur.
d. 60 limir og fleir: 6000 krónur.
2. Álagt verður samskipanini eitt árligt gjald til Selatraðgrunnin á 12000 krónur.
3. Upphæddin skal flytast á konto hjá samskipanini í seinasta lagi 1. apríl. Uppkrav verður sent bólkunum í mars mánað.
4. Peningurin er oyramerktur til eini leguhús á Skótadeplinum á Selatrað
5. Bert bygginevndin av leguhúsinum kann á landsfundi hava eina umbøn um at fáa fígging úr grunninum.
6. Bólkarnir kunnu hava upp til trý tiltøk um árið á Selatrað uttan at rinda meira.
7. Verður grunnurin avtikin, verða øll gjøld avtikin.
8. Hendan viðtøkan er samtykt á landsfundinum í Vági 11.mars 2023, og er galdandi til landsfundin 2033.
