
DM i spejder 2026
14.11.2026
21-25. Maj vóru KFUM skótarnir í Føroyum við til DM i spejder 2026, í Kolding. 21 skótar vóru avstað.
Vit møttust við farstøðina hósmorgunin og koyrdu síðani við bussinum til flogvøllin. Vit lendu í billund kl 10 og fóru eftir leigibilunum og vendu so nøsini móti Kolding.
Legan sjálv byrjaði ikki fyrr enn fríggjadag so vit høvdu ein heilan dag til hugna og fyrireiking.
Vit fóru í Kolding storcenter so børnini kundu shoppa eitt sindur og vit fingu ymsa útgerð sum vit skuldu hava við á leguna.
Fyrstu náttina yvirnáttaðu vit í einum skótahølum í Kolding.
Her eru nøkur brot úr dagbókunum hjá skótunum:
Fríggjadagur
Dagurin byrjaði heitur og stillur. Vit ótu morgunmat, og síðani skuldu vit pakka telt og ryggsekk.
Tá vit vóru liðug, fóru vit at svimja í eini svimjihøll nærhendis.
Skótin er sjálvbjargin, so tá Jákup Eli og Edmund høvdu gloymt sítt handklæð eftir, so var gott, at skótaturriklæðið
var turt og kundi brúkast til at turka sær við.
Eftir svimjingina fóru vit ein túr runt um eitt stórt vatn, og síðani í Bilka at keypa tað mest neyðuga til leguna –
nevniliga bomm. Við hondunum fullum av bommi fóru vit á eina asiatiska “all you can eat” buffet, har nógvur
góður matur var at fáa.
Síðani fóru vit aftur í skótasmáttuna at pakka tað síðsta, so vit kundu fara beinleiðis til har DM byrjar.
Eftir at vit høvdu checkað inn og bíðað eina góða løtu, fóru vit á eina postarenning.
Postarenningin var bæði long og strævin.
Leygardagur
Í dag settu vit vekkara kl. 06:30, tí at vit fingu morgunmat ímillum kl. 07:00 og 08:00, og so skuldu vit fara av leguøkinum hjá okkum seinast kl. 09:00 fyri at ganga har til, sum vit skuldu sova restina av nætrunum á skótadeplinum Houens Odde.
MEEEEEN áðrenn vit komu har til, so skuldu vit sjálvandi fara yvir um eitt vatn, so vit fóru øll í svimjiklæðir, og løgdu okkara ryggsekkir í nakrar kanoðir, so róðu leiðarirnir yvir við taskunum ímeðan vit skuldu svimja yvirum. Tá vit vóru komin í klæðini aftur so gingu vit eitt lítið petti afturat, og so komu vit til okkara leguøkið.
Tá vit vóru komin fram so settu vit teltini upp og gjørdu leguøkini flott og klár, til at brúka.
So fingu vit okkurt at eta, og tá vit vóru liðug so fóru vit á eina stjørnurenning, vit hugnaðu okkum nógv á renningini.
Seinnapartin fingu vit mat, tí at vit skuldu gera okkara egna mat á báli. Vit ótu “chili sin carne” tað smakkaði sera væl.
Vit skuldu eisini gera eyka mat til leiðarirnir, tí at teir skuldu døma okkara mat.
Tá vit vóru liðug at gera mat og rudda upp, so fóru vit oman til har næsti aktivitetur byrjaði, og so skuldu vit gera eina lampu sum vit kundu brúka seinni. Tá lampan var liðug, so høvdu vit sirka 15 min at gera okkum klár til legubálið.
So var legubálið á skránni, og legubálið var sera stuttligt, har hendi nógv til legubálið.
Tá legubálið var liðugt sloppu vit í song. Vit sloppu í song fyrr í dag enn í gjár og tað var deiligt.
Vit hava hugna okkum nógv í dag, tað hevur verði nógv á skránni allan dagin. Síggjast í morgin.
Sunnudagur
Vit vóru vakt við tónleiki í morgun. Øll vóru ikki líka skjótt uppi, men at enda komu øll upp og fingu sær morgunmat.
Tá øll vóru mett, skuldu vit til flaggheisan og andakt, men áðrenn vit fóru, máttu vit minnast til sólkrem og vatn, tí tað
var sera heitt.
Apropos andakt, so skuldu vit nevniliga byggja eitt model av einari kirkju, meðan andaktin var.
Kirkjurnar blivu faktiskt heilt fínar í mun til tíðina og tilfarið, vit høvdu.
Síðani skuldu vit gera smyrjibreyð við frikadellum, eplum og fiskaflaki. Eisini skuldu vit gera okkara egna mayones og remuladu. Alt gekk ikki sum planlagt. Tá vit byrjaðu at gera fiskaflakið, funnu vit ein orm í fiskinum, og tí máttu øll koyra fiskafløkini burtur. Restin av breyðflísunum smakkaðu væl. Tað hildu dómararnir eisini.
Síðani fóru vit til fyrstuhjálpararenning, har vit millum annað skuldu gera umbindingar og svara spurningum um fyrstuhjálp. Renningin gekk heilt væl, hóast børan, sum vit skuldu brúka til eina uppgávu, brotnaði. Í kvøld gjørdu vit pasta við rómasós og chili. Stig blivu ikki givin fyri matin í kvøld, sum fyrra kvøldið, men hóast tað fingu vit hann at smakka stak væl.
Síðani var ein postarennning við 200 postum, bæði livandi og deyðum postum. Hvørja ferð vit høvdu loyst ein ‘deyðan’ post, sum vóru uppgávur á pappíri skuldu vit til eitt kontórlíki fyri at fáa stig.
Tá renningin var liðug blivu vit biðin um at fara til legubál, ið bleiv avbrotin við náttarrenning, sum var ein postarennning, har vit ferðaðust í tíðini til ymsar øldir gjøgnum eina tíðarmaskinu.
Beint áðrenn vit fóru í song fingu vit tomatsuppu. Tá vit vóru liðug at eta fóru vit í song Vit hava havt tað stuttligt og læruríkt í dag Síggjast í morgin til finaluna
Mánadagur
Í morgun hava vit sovið leingi, tí vit vóru á náttarenning til kl. 01.00 í nátt.
Tá vit komu upp, ótu vit morgunmat og fóru til flaggheisan. Ongar kappingar eru í dag.
Eftir at leguøkið var ruddað fóru vit til endaseremoni.
Ternan kappaðist ímóti 26 patrúljum og Tjaldrið ímóti 15.
Tær endađu báðar á einum flottum 7. plássi í sínari kategori.
Tjaldrið var bert eini 60 stig frá einum 1.plássi.
Vit fóru beint at svimja, tá DM i Spejder var liðugt. Og vit fóru at eta í McDonald’s á veg til flogvøllin.
Komin á flogvøllin var tað ein skóti, ið hevur veriđ nakað troyttur, tá hann hevur pakkað, tí tá komið var til security funnu teir 2 knívar í ryggsekkinum. Rættast hevði verið, at tað bleiv eitt politimál, men eftir sum vit eru skótar, blivu knívarnir einans tiknir, og so var ikki meira gjørt við tað.
Tá vit komu aftur til Føroyar høvdu vit eina eftirmeting bæði við skótarnir og leiðarnir, og øll vóru samd um hetta var ein góð uppliving fyri skótarnir, tey hava lært nógv, roynt at kappast á ein annan máta enn vit gera her í Føroyum og tey hava fingið íblástur til hvussu tey skulu skipa fyri patruljuvirksemið.
Eisini hava leiðarnir fingið nógv burturúr, millum annað sæð hvussu kappingar eru niðri og fingið íblástur av teimum sum vit kunnu brúka her heima til okkurt nýtt tilfar til skóta arbeiðið.











