Skótalógin
- Skótin er sannur í talu og atferð.
- Skótin er trúgvur.
- Skótin er hjálpsamur.
- Skótin er góður vinur.
- Skótin er høviskur í øllum lutum.
- Skótin er djóravinur.
- Skótin er lýðin.
- Skótin er væl hýrdur.
- Skótin er sparin og røkin.
- Skótin er reinur í huga, orðum og gerðum.
Skótalyftið
Við æru míni gevi eg tað lyftið, at eg eftir førimuni skal vera trúgvur móti Guði og landi mínum, vera hjálpsamur móti øllum og halda skótalógina.
Loysanarorðið
Ver til reiðar!
