Íslendskir skótar/ungdómsskótar á vitjan í august Print
Written by Jona Venned   
Wednesday, 02 June 2010 15:19

Ein skótabólkur úr Íslandi hevur kontakta KFUM-skótarnar í Føroyum, tí tey koma til Føroyar 5 til 11 august í ár,

og vilja gjarna møta nøkrum Føroyskum skótum, tað eru umleið tíggju, 16 til 18 ára gamlir skótar,

og tveir ella tríggjir leiðarar.

Tey vilja gjarna búgva á skótadeplinum á Selatrað, men depilin er bert ledigur til 9 august, so tey mugu

hava okkurt annað stað at búgva í, í hvørt fall frá 9 til 11 august.

 

Um nakar bólkur er áhugaður í at vera teirra guidar og møguliga bjóða teimum innivist,

eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við kontórið á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it ella 311075,

so seta vit tykkum í samband við íslendaranar.

 

 

Last Updated ( Wednesday, 02 June 2010 16:13 )