Summarlega fyri alla familjuna á Selatrað Print
Written by Ásbjørn Jacobsen   
Monday, 26 July 2010 16:04
Bookmark and Share

KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri hugnaligari Familjulegu/Summarlegu á Selatrað 12. - 15. august 2010.


Øll eru hjartaliga vælkomin - skótar, eins væl og ikki skótar, børn, ung og vaksin!

Tað er ikki neyðugt at tekna seg til leguna.

Og tað er heldur einki legugjald. Ístaðinfyri má ein gjalda fyri at luttaka á teimum ymisku aktivitetunum, ið vit hava at bjóða, eins og tað eisini kostar at keypa mat.


Tjalding á deplinum er ókeypis. Tað vil siga, at tað kostar einki at koma á legu.


Luttøkugjald er til tey ymsu tiltøkini/virksemi á leguni. Kostnaðurin fyri luttøku á virksemi, er úr 30 og upp í 100 krónur, alt eftir hvussu kostnaðarmikin tey eru at fyrireika.

Tað er sjálvandi upp til ein og hvønn, hvar og hvussu nógv ein vil luttaka.

Morgunmatur, døgurði og nátturði kunnu fáast til keyps.

Er eitthvørt at spyrja um, ring 597777. 

Les meira um spennandi og fjølbroytta virksemi...

 

 

Last Updated ( Sunday, 01 August 2010 20:40 )