Her inni kann tú finna tiltøk hjá KFUM-skótunum í Føroyum.
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Sunday, 22 August 2010 20:06 |
|
3.—5. september 2010 verður leiðarabyrjan á Selatrað fyri nýggjar og gamlar leiðarar. |
|
Read more...
|
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Sunday, 22 August 2010 20:02 |
|
3.—5. september 2010 verður skeiðið "Leiðarabyrjan" á Selatrað fyri nýggjar og gamlar leiðarar. Á skeiðnum kemur tú, sum nýggjur leiðari at læra hvussu tú, kemur inn í ein skótabólk og hvussu tú lærir frá tær. Eisini kemur tú, sum royndur leiðari at læra nýggj skótakynstur. Fyri at fáa sum mest burtur úr skeiðnum vera tríggjar greinar: ein til úlvaleiðarar, ein til skótaleiðarar og ein til ungdómsskótaleiðarar. Luttøkugjaldi er 400,-. Limir hjá KFUM-Skótunum í Føroyum fáa 150,- í ávsláttri. Um hetta hevur tín áhuga kanst tú melda teg til leiðarabyrjan, við at senda ein mail til
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
har viðmerkt er: navn, tlf, e-mail, skótabólkur og lið. Vit síggjast á Selatrað |
|
Written by Jona Venned
|
|
Friday, 06 August 2010 18:33 |

Her er skráin fyri KFUM-skótarnar komandi skótaárið: - Familjulega á Selatrað (12-15/8-2010) - Leiðarabyrjan (3-5/9-2010) - Krossriddaravenjing (24-26/9-2010)
- Rovaralega á Selatrað (8-10/10-2010) - Ung i Norden (17-21/10-2010) - Riddaravenjing (29-31/10-2010) - 1. hjálparskeið (12-13/11-2010) - Leiðaraskeið I (21-23/1-2011) - Leiðarastevna (evt eykalandsfundur) (5/2-2011)
- Brannskeið (18-20/3-2011) - DPK (8-10/4-2011) - Úlvalega (7-8/5-2011) - Paladinvenjing (19-22/5-2011) - LPK (10-13/6-2011) - Diamantvenjing (1-7/7-2011) Á leinkjuni: http://www.skoti.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=117&Itemid= Finnur tú útbúgvingarskipanina til skótar. Skeiðini eru: Riddaravenjingin, Krossriddaravenjingin og Paladinvenjingin |
|
|
Written by Ásbjørn Jacobsen
|
|
Sunday, 01 August 2010 21:13 |
| KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri hugnaligari Familjulegu/Summarlegu á Selatrað 12. - 15. august 2010. Øll eru hjartaliga vælkomin - skótar, eins væl og ikki skótar, børn, ung og vaksin! Tað er ikki neyðugt at tekna seg til leguna. Og tað er heldur einki legugjald. Ístaðinfyri má ein gjalda fyri at luttaka á teimum ymisku aktivitetunum, ið vit hava at bjóða, eins og tað eisini kostar at keypa mat. Tjalding á deplinum er ókeypis. Tað vil siga, at tað kostar einki at koma á legu. Luttøkugjald er til tey ymsu tiltøkini/virksemi á leguni. Kostnaðurin fyri luttøku á virksemi, er úr 30 og upp í 100 krónur, alt eftir hvussu kostnaðarmikil tey eru at fyrireika. Tað er sjálvandi upp til ein og hvønn, hvar og hvussu nógv ein vil luttaka. Morgunmatur, døgurði og nátturði kunnu fáast til keyps. Á Deplinum eru eisini 10 kømur og seingjaklæði, ið mugu bíleggjast frammanundan á tlf. 597777. Kampingvognar verða vístir til kampingøkið á Selatrað. Fráboðan til Eysturoyar Kunningarstovu tlf. 417060. Leguplássið er opið frá kl. 12.00 hósdagin. Legan endar kl. 11.00 sunnumorgunin. Er eitthvørt at spyrja um, ring 311075 ella 597777. Les meira um spennandi og fjølbroytta virksemi...
|
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Sunday, 25 April 2010 20:17 |
|
Úlvadagurin 2010 Aftur í ár skipa KFUM skótarnir í Føroyum fyri úlvadegi. Dagurin er fyri úlvar og smáskótar í aldrinum 1. – 4. flokk og verður hann á skótadeplinum á Selatrað, 29 mai kl 10 til 17. Á Úlvadegnum fara vit at:
. Sigla á flaka . Fanga indianarar . Skjóta við boga og píli . Møta nýggjum vinum aðrastaðni frá :) Fyri at sleppa við á úlvadagin skal man senda ein mail til
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
við : Navn, Bústaði, Heima- og Fartelefonnr, Føðingardegi,Telduposti, |
|
|
|
|
Page 1 of 5 |