KFUM-skótarnir í Kvívík hava lagt gestabøkur við tríggjar varðar og á tríggjar tindar í Kvívíkar Sókn. Í heyst verður drigið um nakrar vinningar millum tey, ið hava verið raskast at skriva í gestbøkurnar.
Í samband við at árið 2009 er lýst at verða Altjóða Rørsluár, hava KFUM-Skótarnir í Kvívík lagt gestabøkur niðan á tríggjar tindar og við tríggjar varðar í Kvívíkar sókn.
Tindarnir eru Skælingsfjall, Sátan og Egilsfjall. Varðarnir eru Varðin við Skoradalsegg, ið er millum Gjáarbotn og Skoradal á leiðini fyri vestan, Varðin Frammi á Háls, eisini nevndur Bornsvarði, ið er á leiðini úr Kvívík og norðureftir, og Grindaboðsvarðin á gøtuni millum Kvívík og Vestmanna.
Á hesum støðum eru kassar við gestabøkum settir út, har gongufólk eru vælkomin at skriva navn og bústað ella telefonnummar. Kassarnir og bøkurnar verða heintað omanaftur aftaná 15. september, og lutakast verður um nakrar vinningar millum tey, ið hava verið raskast at vitja hesi støðini.
Lutakastið, ið verður á Mikkjalsmessu, er skipað í trimum bólkum. Ein bólkur eru tey, ið hava vitja allar varðarnar, annar bólkur er tey, ið hava vitja tindarnar og triði bólkurin eru tey, sum hava vitja bæði tindarnar og varðarnar. Hetta fyri at stimbra øllum at fáa gleði av stórbæru náttúruni í økinum.
Lýst verður seinni hvørjir vinningarnir verða, men longu nú kann nevnast handhildin GPS, fyrstahjálpstaskur, kumpass og ryggsekk. Vinningarnir eru latnar av fyritøkunum Sp/f Munin, Sp/f Fønix og Sp/f Jógvan Weihe.
Heitt verður á tey, sum fara í hagan, um at ganga eftur vanligu gøtunum og at fara væl um, soleiðis at gleðin verður eins stór hjá teimum, sum eftir koma. Við Skóta- og rørslukvøðu KFUM-skótarnir í Kvívík
Stuðla tiltakinum gera: Munin, Fønix og Sp/f Jógvan Weihe |