Innritan
| Um okkum |
|
KFUM-skótarnir í Føroyum er ein samskipan av øllum KFUM-skótabólkum í Føroyum. KFUM-skótarnir í Føroyum vórðu stovnaðir 6. august 1939. Stovnarin og fyrsti leiðarin var Palli Thomsen í Gøtu. Fram til 1972 vóru vit ein deild (division) av KFUM-skótunum í Danmark. Í dag eru vit ein sjálvstøðug samskipan. Vit rokna tó tann 6. august 1939 sum stovningardag hjá samskipanini. Fyrstu nógvu árini vóru einans dreingir limir hjá KFUM-skótunum, men síðan 1980 hava bæði dreingir og gentur verði limir hjá FKUM-skótunum. Alt arbeiðið hjá KFUM-skótunum byggir á grundlógina og viðtøkurnar hjá samskipanini, sum eru samtyktar á landsfundi, ið er okkara hægsti mynduleiki. Endamál Arbeiðsgrundreglur |