Virksemi á Familjuleguni 2010 PDF Print E-mail
Written by Ásbjørn Jacobsen   
Monday, 26 July 2010 16:33

 

Á familjuleguni verður hópur av virksemi, sum familjan
kann royna í felag ella hvør sær.

 

 

Snorkling

Royn teg sum froskmaður og finn eina nýggja verð undir vatnskorpuni.

Paintball

Spæl “cowboy og indiánarar” á ein heilt nýggjan hátt.

Lé Body-Glove

Klárar tú at halda teg fastan við 20 míla ferð á Body-Glove?

Kano

Royn teg umborð á einari av teimum fýra kanounum.

Klatriveggur

Klárar tú at klatra upp eftir høga klatrivegginum?

Síging

Síg niður fram við stóra stríða fossinum á Blásenda ella royn teir styttri teinarnar.

Barna-síging

Hang í leysari luft niður framvið brúnni.

Jarnsmíð

Smíðja lutir úr jarni á glóðheitu essini.

Tunnuflakar

Bygg ein tunnuflaka og sigl ein túr fram við strondini og millum skerini, eins og
Robinson Crusoe.

Bogaskjóting, yngru

Royn teg sum Robin Hood og finn út av, at tað kanska als ikki er so lætt, sum
tað sær út til at vera.

Bogaskjóting, eldru

Pløkka bamsir niður ella royna at skora bullseye á okkara skjótiskivu.

Primimat

Royn matgerð á primitivan hátt á báli – sera hugnaligur og vælsmakkandi
aktivitetur, um tit ikki brenna matin...

GPS(Geocaching)

Lær at nýta GPS og finn goymdu skattirnar runt á Selatrað.

Skattajakt

Kom við á eina rannsóknarferð har vit leita eftir tí stóra goymda skattinum.

Útróður

Royn teg við tráðuni ella snørinum umborð á einum fiskifari og fyrireika teg
uppá søguna um “tann stóra, sum slapp...”

Rógving

Kom við á rógvitúr í einum fimm-mannafari og síggj Selatrað frá einum øðrum
vinkli.

Pionering

Bygg eitt torn, eina brúgv ella okkurt annað við raftum.

Legubál

Uppliv veruligt skótalegubál við felagssangi, søgum, undarligum skótasangum
og øllum øðrum, ið fylgir við.

Grillmatur

Sjálvsagt skal grillast. Hav egnan mat við ella keyp mat á staðnum. Grillir og
kol eru á deplinum.



Café

Sit og hugna tær saman við øðrum á hugnaligu caféini.

 

Vatnland

Vatnlandið er sera væl dámt millum børnini.

  

Tjalding á deplinum er ókeypis.

Kostnaðurin fyri virksemi er úr 30 og upp í 100 krónur, alt
eftir hvussu kostnaðarmikin tey eru at fyrireika.

Morgunmatur, døgurði og nátturði kunnu fáast til keyps á deplinum.

Les meira um Skótadepilin á Selatrað her.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

KFUM-skótarnir í Føroyum

www.skoti.fo

 

 

 

Last Updated ( Wednesday, 04 August 2010 07:55 )