Gloymd klæðir frá summarleguni 2010 PDF Print E-mail
Written by Jona Venned   
Thursday, 19 August 2010 17:29

Hesi klæðini o.a. vóru funnin á Selatrað, tá summarlegan var av. > Les meira

Last Updated ( Saturday, 21 August 2010 18:38 )
Read more...
 
Myndir frá Familjuleguni PDF Print E-mail
Written by Ásbjørn Jacobsen   
Thursday, 12 August 2010 16:32

Her kanst tú síggja myndir frá Familjuleguni á Selatrað. Trýst her.

 

Last Updated ( Saturday, 21 August 2010 18:38 )
 
Summarlega fyri alla familjuna - skótar og ikki skótar PDF Print E-mail
Written by Ásbjørn Jacobsen   
Sunday, 08 August 2010 08:37
Bookmark and Share

KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri hugnaligari Familjulegu/Summarlegu á Selatrað 12. - 15. august 2010. Øll eru hjartaliga vælkomin - skótar, eins væl og ikki skótar, børn, ung og vaksin!
Tað er ikki neyðugt at tekna seg til leguna.
Og tað er heldur einki legugjald. Ístaðinfyri má ein gjalda fyri at luttaka á teimum ymisku aktivitetunum, ið vit hava at bjóða, eins og tað eisini kostar at keypa mat.

Tjalding á deplinum er ókeypis. Tað vil siga, at tað kostar einki at koma á legu.

Luttøkugjald er til tey ymsu tiltøkini/virksemi á leguni. Kostnaðurin fyri luttøku á virksemi, er úr 30 og upp í 100 krónur, alt eftir hvussu kostnaðarmikil tey eru at fyrireika. Tað er sjálvandi upp til ein og hvønn, hvar og hvussu nógv ein vil luttaka.

Morgunmatur, døgurði og nátturði kunnu fáast til keyps.

Á Deplinum eru eisini 10 kømur og seingjaklæði, ið mugu bíleggjast frammanundan á tlf. 597777.

Kampingvognar verða vístir til kampingøkið á Selatrað. Fráboðan til Jákup Weihe tlf. 218195.

Leguplássið er opið frá kl. 12.00 hósdagin. Legan endar kl. 11.00 sunnumorgunin.

Er eitthvørt at spyrja um, ring 597777.

Les meira um spennandi og fjølbroytta virksemi...

Last Updated ( Thursday, 12 August 2010 08:48 )
 
Skráin komandi skótaár PDF Print E-mail
Written by Jona Venned   
Friday, 06 August 2010 18:33


Her er skráin fyri KFUM-skótarnar komandi skótaárið:
- Familjulega á Selatrað (12-15/8-2010)
- Leiðarabyrjan (3-5/9-2010)
- Krossriddaravenjing (24-26/9-2010)

- Rovaralega á Selatrað (8-10/10-2010)
- Ung i Norden (17-21/10-2010)
- Riddaravenjing (29-31/10-2010)
- 1. hjálparskeið (12-13/11-2010)
- Leiðaraskeið I (21-23/1-2011)
- Leiðarastevna (evt eykalandsfundur) (5/2-2011)

- Brannskeið (18-20/3-2011)
- DPK (8-10/4-2011)
- Úlvalega (7-8/5-2011)
- Paladinvenjing (19-22/5-2011)
- LPK (10-13/6-2011)
- Diamantvenjing (1-7/7-2011)
Á leinkjuni:
http://www.skoti.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=117&Itemid=
Finnur tú útbúgvingarskipanina til skótar.
Skeiðini eru: Riddaravenjingin, Krossriddaravenjingin og Paladinvenjingin
Last Updated ( Sunday, 08 August 2010 08:39 )
 
Nýggjur skótaráðgevi hjá KFUM-skótunum PDF Print E-mail
Written by Ásbjørn Jacobsen   
Sunday, 01 August 2010 19:54

Landsnevndin hjá KFUM-skótunum í Føroyum, hevur sett Ásbjørn Jacobsen, Leirvík í starv sum frítíðar skótaráðgeva. Starvið er ólønt.
   Ásbjørn hevur verið skóti síðan 1963 og liðleiðari og bólkaleiðari í mong ár. Í 1980-unum var hann limur í landsnevndini hjá KFUM-skótunum í fleiri skeið og eitt skifti skótaovasti. í 1982-84 var hann skótaráðgevi hálva tíð. Hann er Gilwell skóti frá 1980 og hevur tikið "Instruktørkursus" 1 & 2 og "Kursuslederkursus" í Danmark.
   Frá 1989 - 1995 var Ásbjørn aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og frá 1995 - 2003 aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya. Eftir hetta hevur hann fingist við ymist fyrifallandi og havt egið virki. Ásbjørn byrjar sum skótaráðgevi 1. august og er at hitta á tlf. 597777.
   KFUM-skótarnir í Føroyum. Magni Laksáfoss, skótaovasti.

Last Updated ( Sunday, 01 August 2010 23:09 )
 
« StartPrev1234567NextEnd »

Page 3 of 7