|
Hugnalig Familjulega á Selatrað |
|
|
|
|
Written by Magni Laksáfoss
|
|
Monday, 26 July 2010 16:04 |
| KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri hugnaligari Familjulegu á Selatrað 12. - 15. august 2010. Øll eru hjartaliga vælkomin - skótar, eins væl og ikki skótar, børn, ung og vaksin!
Tað er ikki neyðugt at tekna seg til leguna.
Og tað er heldur einki legugjald. Ístaðinfyri má ein gjalda fyri at luttaka á teimum ymisku aktivitetunum, ið vit hava at bjóða, eins og tað eisini kostar at keypa mat.
Tjalding á deplinum er ókeypis. Tað vil siga, at tað kostar einki at koma á legu.
Luttøkugjald er til tey ymsu tiltøkini/virksemi á leguni. Kostnaðurin fyri luttøku á virksemi, er úr 30 og upp í 100 krónur, alt eftir hvussu kostnaðarmikin tey eru at fyrireika.
Tað er sjálvandi upp til ein og hvønn, hvar og hvussu nógv ein vil luttaka. Morgunmatur, døgurði og nátturði kunnu fáast til keyps.
Les meira um spennandi og fjølbroytta virksemi...
|
|
|
Last Updated ( Tuesday, 27 July 2010 11:03 )
|
|
|
Danskir skótar leita eftir vinarbólki |
|
|
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Wednesday, 02 June 2010 15:41 |
Ein danskur skótabólkur frá KFUM-spejderne i Danmark, hevur kontakta okkum, tí teir gjarna vilja hava ein føroyskan vinabólk, tey koma til Føroyar um summarið 2011 og vilja tí gjarna hava ein vinabólk, sum tey kunnu vitja tá tey koma til Føroyar. Um áhugi er fyri hesum, so setið tykkum í samband við okkum á
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
ella 311075

|
|
Last Updated ( Wednesday, 02 June 2010 16:14 )
|
|
Íslendskir skótar/ungdómsskótar á vitjan í august |
|
|
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Wednesday, 02 June 2010 15:19 |
|
Ein skótabólkur úr Íslandi hevur kontakta KFUM-skótarnar í Føroyum, tí tey koma til Føroyar 5 til 11 august í ár, og vilja gjarna møta nøkrum Føroyskum skótum, tað eru umleið tíggju, 16 til 18 ára gamlir skótar, og tveir ella tríggjir leiðarar. Tey vilja gjarna búgva á skótadeplinum á Selatrað, men depilin er bert ledigur til 9 august, so tey mugu hava okkurt annað stað at búgva í, í hvørt fall frá 9 til 11 august. Um nakar bólkur er áhugaður í at vera teirra guidar og møguliga bjóða teimum innivist, eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við kontórið á
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
ella 311075, so seta vit tykkum í samband við íslendaranar. 
|
|
Last Updated ( Wednesday, 02 June 2010 16:13 )
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Wednesday, 26 May 2010 17:09 |
|
Her er stigatalvan frá LPK 2010, so kunnu tit síggja hvat tit skula venja tykkum meira í, til næsta ár. Takk fyri eina góða legu, vit síggjast aftur næsta ár. 
|
|
Last Updated ( Saturday, 29 May 2010 18:51 )
|
|
Written by Jona Venned
|
|
Tuesday, 25 May 2010 22:38 |
|
 Tá LPK-in var liðug, lógu nøkur klæðir eftir ymsastaðni á leguøkinum, tey eru tikin við til Havnar, og um nakar saknar nakað so er bara at ringja til Jónu á 218332. Hetta eru tey tingini sum lógu eftir: - Einir Vandristyvlar stødd 41 við sokkum og hálvhosum í. - Einir bláir Adidas ítróttarskógvar stødd 40, tað stendur Tórur og okkurt meira sum ikki sæst so væl í teimum. - Ein brún plastikk tufla stødd 38 - Ein reyð t-shirt stødd 11-12 ár - Ein svartur The North face Jakki stødd M - Eitt svart par av Puma buksum - Ein myrkablá og reyð t-shirt |
|
Last Updated ( Tuesday, 25 May 2010 23:29 )
|
|
|
|
|
|
|
Page 1 of 4 |